Eg veit, at sorg og tað at missa er serstakt og persónligt. Tí er mín tilgongd til samstarvið eisini serstøk og persónlig, men fyrst og fremst faklærd og við samkenslu við tykkum sum familju.
Haraldur Símunarson Hansen
Jarðarferð við tryggleikaMítt navn er Haraldur Símunarson Hansen. Lærdur Anleggsgartnari, eftir læru byrjaði eg gartnara fyritøkuna Urtagarðstænastan. Tvey ár eftir byrjaðu vit Blómuhúsið í Norðskála, og seinni aftur lótu vit upp blómuhandil Blómuhúsið Tórshavn.
Tey trý týdningarmestu orðini í mínum samskifti við familjur, sum hava mist, er samkensla, at lurta inniliga og at vera ein faklærdur samstarvsfelagi í eini tungari tíð. Alt kann savnast í einum orði, tryggleika..
Í mínum starvi sum blómuhandlari er tað týdningarmikið fyri meg, at kundin er nøgdur, at kundin kennir, hann hevur fingið tað, sum hann bað um og helst meira. Tá ið fólk eru komin til mín í samband við jarðarferð, havi eg ofta kent tað sum, at eg fegin vildi gjørt meira fyri eina familju.
Tí eri eg byrjaður við Seinasta Heilsan
Tí at her kann eg skapa tryggleika um tað, sum viðhvørt er tann torførasta støðan, ein familja hevur staðið í. Tá ið tit seta tykkum í samband við ”Seinastu heilsan”, vita tit, at alt verður gjørt av einslistum, við virðing, við dygd og við umsorgan fyri tí, sum er best fyri familjuna og soleiðis sum familjan ynskir sær tað.