Virðingin er týdningarmikil

At koyra líkvogn snýr seg nógv um umhugsni og virðing fyri tí deyða og teimum, ið eftir sita. Bilurin skal vera væl hildin og altíð vera gullreinur og nývaskaður. Tað er okkara máti at vísa virðing. Viðhvørt ynskir familjan at koyra ein serligan veg ella ein umveg til kirkjuna, salin ella kapellið, tí at eitt stað hevði serliga stóran týdning fyri tann deyða, og hetta gera vit sjálvandi eisini, tí at tað snýr seg altíð og hvørja ferð um at ganga ynskjunum og tørvinum hjá familjuni á møti.