Kistur
Børðuprýði
Altarprýði
Kransur við bandi
Sangheftir
Vit hava fasta avtalu við hesar kommunur
- Sunda Kommuna
- Sørvágs Kommuna
- Vága Kommuna
- Vestmanna Kommuna
- Kvívíkar Kommuna
- Eystur Kommuna
- Nes Kommuna
- Sands Kommuna
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív. Joh. 3.16.
Jarðarferðir við Seinasta Heilsan
Vit vita, hvussu týdningarmikið tað er, at seinasta skilnaðarløtan verður tann rætta, sum ein kann minnast í sorg, men kortini við stoltleika og gleði. Tí eru nærleiki, tryggleiki og samkensla ein týdningarmikil partur av okkara tilgongd til familjur, sum missa.Jarðarferð
Vit mugu øll fyrihalda okkum til, at lívið skal enda og tað verður ongantíð tað sama hjá øllum. Vit vilja í samstarvi við teg taka ta tungu samtaluna og geva pláss fyri sorg. Les meiraVørur
Vit hava valt dygdarvørur við vøkrum sniði. Vit vilja ikki linka krøvini til nakað so týdningarmikið sum tað seinasta farvæl. Les meiraHví brúka Seinasta Heilsan?
Í mínum starvi sum blómuhandlari er tað týdningarmikið fyri meg, at kundin er nøgdur, at kundin kennir, hann hevur fingið tað, sum hann bað um og helst meira. Tá ið fólk eru komin til mín í samband við jarðarferð, havi eg ofta kent tað sum, at eg fegin vildi gjørt meira fyri eina familju. Tí eri eg byrjaður við Seinasta Heilsan Tí at her kann eg skapa tryggleika um tað, sum viðhvørt er tann torførasta støðan, ein familja hevur staðið í. Tá ið tit seta tykkum í samband við ”Seinastu heilsan”, vita tit, at alt verður gjørt av einslistum, við virðing, við dygd og við umsorgan fyri tí, sum er best fyri familjuna og soleiðis sum familjan ynskir sær tað.Meira um Seinasta Heilsan