Tryggir og róligir karmar

Vit liva í eini einstaklingatíð, har tað er týðiligur tørvur á persónligari ráðgeving, tillagað hin einstaka, tá ið vit uppliva eitt andlát. Tað er alneyðugt, at stórt trúvirði er í samstarvinum aftaná ein slíkan miss. Seinasta Heilsan setur júst einstaklingin í miðdepilin við væl útbúnum starvsfólki, sum samsvara við tær avbjóðingar, tey avvarðandi standa við, viðhvørt brádliga og viðhvørt við tíð til umhugsni.

Hjálp í einari tungari tíð

Vit mugu øll fyrihalda okkum til, at lívið skal enda og tað verður ikki á sama hátt hjá øllum. Hjá tær, sum skal siga farvæl, kann tað vera torført og viðhvørt møtimikið sjálvur at finna fram til, hvussu tørvurin skal nøktast. Vit kunnu í samstarvi við teg taka ta tungu samtaluna og geva pláss fyri sorg, samstundis sum vit taka um endan fyri teg.

Eg eri altíð til reiðar til eina óbindandi samtalu. Hevur tú ella hava tit sum familja spurningar, ella vilja hava eina avtalu, fáa til samband við meg á telefon +298 51 30 70

    Hvat ið eg m.a. kann gera fyri teg

  • Biðja um og skaffa persónligar váttanir
  • Leggja ætlan fyri sjálva jarðarferðina, m.a. ervi aftaná
  • Bíleggja kistu, blómur o.a.
  • Gera avtalu við kirkjugarð, steinhøggara o.a.